Veitari innan fipurnet

Vit veita dygdargóða tænastu, har góðskan er í hásæti

Um okkara virksemi

Nortek er við í verkætlanini Fipur til heimið. Hetta er ein spennandi landsumfatandi verkætlan, sum umfatar at leggja fipur inn til hvørt húsarhald í Føroyum. Fipur er tøkni, ið gevur skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðara, ið er tjúkt sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar og verður løgd inn til hvørt húsarhald.

Tøknin letur upp fyri, at telefeløg kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit ella meira. Fyri nærum trimum árum síðani fór verkætlanin fipur til heimið hjá NET av bakkastokki.

Talan er um eina umfatandi verkætlan, har netið verður gjørt av nýggjum, og fipurkaðal verður lagdur til øll húsarhald og allar fyritøkur í landinum.

Samband

Set teg í samband við okkum

Ynskir tú ein fund, hevur tú spurningar um okkara tænastur ella er tað eitthvørt, vit kunnu hjálpa tær við? Vit eru altíð til reiðar at svara tínum spurningum.